Síðani 2003 er føroyski fiskiskapurin eftir toski og hýsu minkaður meir enn eina helvt. Tað vísa tær nýggjastu uppgerðirnar frá Hagstovuni.
Í hesum sambandi vísir Hagstvan á, at síðani 2003, er fiskiskapurin eftir toski minkaður úr 58.000 tonsum niður í 36.000 tons í fjør, og hesa somu tíðina er fiskiskapurin eftir hýsu minkaður heilt úr 30.000 tonsum niður í smá sjey túsund tons.
Hagstovan sigur eisini, at tað er undir Føroyum, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest og nógv tann størsti parturin av toskinum verður nú fiskaður eystanfyri í Barentshavinum.
Upsi verður næstan bara fiskaður undir Føroyum, men eisini fiskiskapurin eftir upsa er munandi minkaður. Í 2005 til 2009 var hann heilt góður og var næstan 70.000 tons um árið í miðal. Men síðani er han minkaður meiri enn eina helvt, tí seinastu árini hevur hann verið um 30.000 tons í miðal.










