Toskurin & Vit

Í farnu viku frættist at EU hevur ætlanir um næsta ár at minka Norðursjóar kvotuna av toski, hvítingi og haki við 75% eftir at menn eru vornir varir við, at hesir stovnar ongantíð hava verið so illa fyri síðani 1963.

Johan Mortensen



EU mynduleikarnir siga at verða ikki tiltøk beinanvegin sett í verk verður heilt galið við hesum fiskiskapi.

Í ár varð toskakvotan reducerað við 40% niður til 80.000 tons. I seinna helmingi av 1980 vóru umleið 300.000 tons av toski veidd í Norðsjónum.

Fiskiídnaðurin í EU mótmælir harðliga meira niðurskurði og fara nógv virkir og arbeiðspláss at kenna sviðan av hesum tiltøkum. Bretskir EU andstøðingar mæla til at Bretland fer aftur sjálvt at umsita fiskiskapin heldur enn at lata Spaniólar veiða tað sum teir halda er bretskur fiskur. Í byrjanini av 1990 komu 80% av tí veidda fiskinum í EU sjógvi úr gomlum Bretskum øki ! Tað er væl skiljandi at Bretar eru argir inn á hetta vanbýti.

Nøkur tøl sum kanska hava áhuga :


? Um ár 1900 hevði Bretland nógvar 100.000 fiskimenn.

? Um ár 1950 eru framvegis einir 48.000 bretskir fiskimenn.

? Í løtuni er talið minkað til 16.000 mans. Við kvotuskerjingunum minkar hetta tal við einum 50%.

? Í árunum 1992 til 1999 fór Bretski fiskiflotin úr 11.561 fiskiførum niður til 7.448 og læðkar teirra veiða støðugt við umleið 20% um mánaðin.


Orsøkin til hesa ringu støðu er sjálvandi ov nógv veiða og sera framkomin teknikkur. Eisini verður hildið at »vakstrahúsárinið« ger seg meira og meira galdandi og at Norðsjógvurin er nú so heitur at toskayngul hevur torført við at koma undan.

Henda ólukkuliga støðan kemur at viðføra at Føroyar fáa væl hægri prísar fyri okkara útflutning.

Eisni sýnir hetta at tað ber til at oyða fiskastovnarnar. Føroyingar eiga at fara enn betur um okkara fiskiskap og umsita stovnarnar samvitskufult. Partroling eigur at verða bannað alt fyri eitt og húkaveiða stuðlað burturav.

Meira eftirlit eigur at verða við okkara útflutningsfeløgum sum eg haldi eru alt ov nógv í tali og yvirhøvur ov lítið professionel og vanabundin. Tað átti ikki at verði meira enn einar 10 løgildaðar fiskasølur!

Tað eigur at verða bannað at útflyta rundan, óviðgjørdan fisk.

Eisini er hetta eitt sera klárt varskóð til Føroyar um at vit skulu halda okkum langt uttan fyri EU og tess fiskiflotar. Tað er løgið at tað framvegis finnast so forstokkaðir føroyingar sum eru fyri limaskapi í hesum felagsskapi sum ikki er okkara. Føroysku fiskastovnarir eru meira verdur enn at vit fáa nøkur fá kilo av rækjum fyri minni toll inn í EU.

EU hevur brúk fyri okkara fiski, um vit hava brúk fyri EU kann tjakast um!