Kemur toskurin ikki aftur á grunnarnar, fer tað at merkja, at ein hálv miljard krónur fara at vanta í á fíggjarlógini í ár og tey næstu árini.
- Okkum hevur vanta toskin, men nøgdirnar eru nógv minni, enn tær hava verið eitt miðalár. Vit høvdu væntað, at toskurin fór at koma aftur, tí grundarlagið eftir tí, sum Havstovan hevur mett, hevur verið til steðar á landgrunninum.
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, segði við Degi & Viku í kvøld, at inntøkurnar hjá fólk verða minni og soleiðis inntøkurnar hjá landshúsarhaldinum eisini, um toskurin ikki kemur fyri seg aftur.
- Við minni toski ræður um at fáa fiskin, sum vit annars veiða, bíligari upp á land, og at vinnan gerst meiri produktiv, hevði kanska vigað upp við minkandi toskanøgdina, segði Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.