Toskur og hýsa søguliga illa fyri

- Støðan er hættislig, og ICES mælir til, at eingin veiða verður eftir toski og hýsu í 2009, sigur Fiskirannsóknarstovan Tilmælið frá Fiskirannsóknarstovuni í 2008 um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa er nú komið.

Sera lítið er til av toski, og gýtingarstovnurin á landgrunninum er tann minsti síðan 1961.

- Gýtingarstovnurin á landgrunninum hevur tí alla verju fyri neyðini, og tað sama kann sigast um toskin á Føroyabanka.

Fiskirannsoknarstovan vísir á, at toskurin undir Føroyum sum heild er søguliga illa fyri, eins og hýsustovnurin er í skjótari minking. Hinvegin er upsastovnurin hampiliga væl fyri.

- Støðan er hættislig, og ICES mælir til, at eingin veiða verður eftir toski og hýsu í 2009. Mælt verður eisini til, at royndin eftir upsa í 2009 verður minkað við 20%.

Fiskirannsóknarstovan vísir á, at tað er eingin einføld loysn á trupulleikunum.

- Givið er, at skulu tiltøk muna, koma tey at merkjast víða í føroyskari fiskivinnu og samfelagnum annars. Landsstýrið eigur tí at linna avleiðingarnar við at eggja til at royna nýggjar leiðir.

Í sínum tilmæli sigur Fiskirannsóknarstovan, at fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðrarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 hk eigur at minkast við 50%.

- Fiskidagatalið hjá partrolarum eigur at minkast við 20%, og eingin serlig toska-og hýsukvota eigur at verða latin skipabólkum uttan um fiskidagaskipanina. Í staðin verður sett ein mest loyvd hjáveiða av toski og hýsu uppá 3% (í vekt fyri hvønn túr sær).

Í Sosialinum í morgin fara vit at venda aftur til tilmælið hjá Fiskirannsóknarstovuni.