Toskur av Føroyabanka í Áarstovu

Í samráð við Havstovuna, verður skipað fyri einum áhugaverdum tiltaki í Áarstovu hin 31. mars og 1. og 2. apríl, har borðreitt verður við seks rættaðaðari toskamatarskrá - við toski av Føroyabanka. Føroyabanki er eitt sera spennandi øki, og hevur bankin stóran tydning fyri okkara samleika. Á bankanum er viðagitni Føroyabanka-toskurin. Hann veksur skjótt, gerst stórur og er vælsmakkandi, fullur av proteinum.

Føroyabankatoskurin gýtir fyrst í april.

Toskurin av Føroyabanka var høgt í metum, eitt nú í Bretlandi. Í krígstíð eru nógvar sluppir søktar á bankanum, tá menn drógu tosk av grunni.

Áður vórðu eini 5000 tons veidd av bankatoski, men tað hevur víst seg, at ovurveiði stundum hevur gingið toskinum ov nær.

Tí hevur Føroyabanki nøkur ár eisini verið friðaður fyri veiði.

Havstovan ger á hvørjum ári seinast í mars kanningar á bankanum, og fáa teir tá nakað av hesari framúr góðari rávøru.

Í samráð við Havstovuna fer Áarstova at hava Føroyabanka toskakvøld hin 31. mars og 1 og 2 april. Stigtakarar til tiltakið eru Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Johan Mortensen, vinnulívsmaður.

- Hetta verður eitt spennandi tiltak við eini fimm rættaðari toskamatarskrá, sigur Johan Mortensen, sum vónar, at forvitnisliga tiltakið fer at fáa stóra undirtøku.