Toski og hýsu vantar æti

Veiddu nøgdirnar av toski og hýsu á landgrunninum hava verið lutfalsliga smáar seinnu árini. Spurningurin er, hví veiðan hevur verið og er so vánalig.

Á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur seinastu tíðina verið møguligt hjá lesarum at atkvøða um, hvørt tað er ovurveiða ella ov lítið æti, sum er orsøkin til vánaligu toska-og hýsuveiðina.

Nú er tað ikki eitt stórt tal, sum higartil hevur atkvøtt - og tó. Tað eru júst 100 lesarar, sum higartil hava givið sína meining til kennar um hesar spurningar.

Av hesum meta 45%, at talan er um ovurveiði, meðan 55% meta, at orsøkin er vantandi æti.

Spurningurin, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag setir, er: Hví er toska-og hýsuveiðan við Føroyar minkað?