Toskastovnurin undir Føroyum

Nú styttist tíðin, til Løgtingið skal áseta fiskidagarnar fyri komandi ár, og sum vanligt eru vinnan og fiskifrøðingar ósamdir um støðuna og tilmælini liggja langt frá hvørjum øðrum.

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður



Petur Steingrund frá fiskirannsóknarstovuni hevur rættuliga avgjørdar meiningar útfrá síni vitan um, at toskurin kann goymast í havinum, men ikki føðin. Hetta kom fram í útvarpsorðaskifti millum Petur Steingrund og Jón Kristjánson (sum eg tíverri bert hoyrdi partar av), men sum hann eisini førir fram í lesarabrævi í bløðunum. Hann verður stuðlaður av skyldmanninum Dánjal P. Højgaard, sum fekk stóran skelk av at hoyra kjakháttin hjá íslendska fiskifrøðinginum í áðurnevnda útvarpsorðaskifti.


Sum politikkari verður ein líka skelkaður hvørt ár, tá ein sær árligu tilráðingarnar frá ICES og Fiskirannsóknarstovuni.
Um toskin á landgrunninum verður sagt. Stovnurin hevur verið væl fyri í fleiri ár, men er nú í skjótari minking. Veiðitrýstið er alt ov stórt. Við verandi veiðitrýsti er stórur vandi fyri, at stovnurin í 2006 kemur niður á sama støði sum í kreppuárunum fyrst í níti-árunum. Um stovnurin skal koma fyri seg upp á eitt ár. Má øll beinleiðis toskaveiða halda uppat. Skal hetta gerast yvir fleiri ár, eigur ein ætlan at gerast, har veiðitrýstið líðandi verður minkað um 2/3 í mun til verandi veiðitrýst.

Tað er trupult at skylja at hóast støðan hjá einum fiskastovni verður søgd at vera heilt góð, verður tilmælt ein minking í veiðuni, tí sagt verður, at veiðitrýstið er ov stórt.

Niðanfyri er ein talva fyri tosk, men sama er galdandi fyri hýsu og upsa.

Metingar, tilráðingar og veiða í tonsum fyri økið við Føroyar.
Ár 2000 2001 2002 2003
Toskur
Gýtingarstovnur 40.000 46.000 53.000
Tilráðing 16.000 16.000 14.000
Veiða 21.000 27.000 36.000 37.000

Tíverri eru bert veiðitølini fyri 2003.

DPH vísir í lesarabrævi sínum til kanningar hjá PS gjøgnum fleiri ár av túsundtals toskamagum sum vísa, at fiskurin inni á sjónum livir av nebbasild og skeljafiski, meðan størri toskurin úti á landgrunninum livir av svartkjafti og hvítingsbróður.
Var seinastu viku við trolbáti á landleiðini vestanfyri og royndu vit á umleið 60 favna dýpi. Toskurin sum fingin var, stóð til at bresta av hvítingsbróður umframt onkur hendinga skel var í maganum. Sama hevur verið galdandi onnur ár, so hetta er eisini føðin hjá toski innari á sjónum ávísar tíðir saman við nebbasild og yngul av ymiskum slag, eitt nú hýsu o. ø..

Tað er av avgerandi tídningi, at alt ið veitt verður, kemur til høldar og verður skrásett. Tí eru økisfriðingarnar saman við fiskidagaskipan okkara tann frægasta, og hava aðrar fiskivinnutjóðir fingið eyguni upp fyri hesi.
Vit skulu troyta fiskastovnarnar skynsamuliga, men tað er fulkomuliga burturvið at tosa um at stovnar eru væl fyri, fyri síðan at mæla til skerjingar í veiðuni við 25% til 66%. Har eri eg samdur við formanninum í Vinnunevndini, at skulu slíkar skerjingar fremjast, er bert spurningurin hvør sløkkir ljósið, tí tá er lívsgrundarlagið fyri fiskivinnuni burtur.
Tað ber heldur ikki til at samanlíkna fiskiskap við seyðahald. Tú veit altíð á leið hvussu nógvur seyður er í haganum og hevur hesin nærum alt grasið einsamallur. Í havinum eru alskyns verur sum liva hvør av aðrari, og tíbetur hevur ríkidømi verið størri, enn frøðingar hava mett. Fyrst í níti-árunum var fiskaloysi styttri tíðarskeið og tá var tilráðingin, at stovnurin var so illa fyri, at í nógv ár fram mátti ikki fiskast meir av toski enn 6000 tons árliga. Var hendan tilráðing fylgd hevði verið trupult at verið fiskimaður í Føroyum og hvør trygd er fyri, at stovnurin hevði verið betur fyri ídag?

Hvar var toskurin og hvussu kundi stovnurin koma so skjótt fyri seg hóast fiska var fleirfalt tilmæli?

Hvussu kundu menn meta so skeivt?

Náttúran, veður, vindur, hiti, gróður og streymur, alt hevur stóra ávirkan hvussu nógv kemur undan og fiskiárini hava altíð verið ójøvn og fara framhaldandi at verða tað.

Hjalti í Jákupstovu, Petur Steingrund, Jón Kristjánsson o. a. gera síni tilmæli eftir bestu sannføring og við tí serkunnleika teir hava, sama er eisini galdandi fyri Fiskidaganevndina, sum hevur eina stóra praktiska vitan og útfrá hesi vitan skal Løgtingið taka støðu. Sjálvsagt ger tað mun, um fiskað verður av einum stovni, men spurningurin er, um = kann setast við tað sum fiskað verður, ella onki verður tikið úr stovninum, tvs stovnurin hevði verið tað størri.

Fyri fáum árum síðani var lítil ella ongin roynd eftir goggu. Nú verður rættuliga stór orka løgd í hesa veiðu, og er henda ídag týðandi %partur av agninum hjá húkaflotanum. Tá bóru menn ótta fyri, at hesin veiðihátturin við rúsum gjørdar av plastdunkum fór at avoyða stovnin, men mær vitandi er veiðan eins góð nú og tá byrja var, so nógv talar fyri at har streymasjógvur er, kann rættuliga stór veiða fara fram uttan at hetta nervar stovnin.

Vit áttu í størri mun at fingið eitt felags stev í tilmælunum til burðardygga veiðu.