Toskastovnurin í menning -

Á Landgrunninur er gróðurin í ár er yvir miðal, og nógv er til av bæði plantu- og djóraæti. Yvirhøvur var fiskayngulin væl vaksin og hevði nógva føði í maganum. Sera nógv varð fingið av hvítingsbróður- og nebbasildayngli, og nøgdin av toskayngli var um miðal. Á Føroyabanka var hinvegin lítið av plantuæti; somuleiðis var lítið til av fiskayngli, og hann var lítil til støddar.

Eitt fyribils úrslit av yngulkanningum, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt, vísir at nøgdin av toskayngli, sum í fleiri ár hevur verið minkandi, og seinastu 3 árini hevur verið á sera lágum støði, so var hon í ár beint omanfyri miðal - fyri alt tíðarskeiðið síðan 1994.

Hetta er sera áhugavert, tá hugsað verður um framtíðar tilgongd til toskastovnin, men havast má í huga, at hesin yngul fyrst skal svimja inn undir land, har hann veksur upp í 1-2 ár, áðrenn hann leitar út til tann vaksna stovnin. Í hesum tíðarskeiði kann nógv henda, vanliga verður roknað við, at endaliga boðið uppá, hvussu gýtingin hjá toski hevur hilnast, ikki fæst fyrr enn við endanum á uppvaksnartíðini, stendur at lesa í fyribilsúrslitinum hjá Fiskirannsóknarstovuni.