Toskastovnurin hevur alla vernd fyri neyðini

- Sambært yvirlitstrolingunum í vár eru allir tríggir stovnarnir, toskur, hýsa og upsi, í minking, og serliga er tað toskurin, sum er illa fyri, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sum stóð á odda fyri seinnu yvirlitstrolingunum hjá Fiskirannsóknarstovuni í vár

Fiskastovnar

Magnus Heinason hevur verið sín seinna túr í vár og gjørt sínar regluligu yvirlitstrolingar.
Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingum er at fáa til vega tilfar, sum skal nýtast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa. Haraftrat skulu magar takast regluliga av toski, hýsu og upsa, soleiðis at síggjast kann, hvat fiskurin lívbjargar sær við.

100 støðir
Tá ið Fiskirannsóknarstovan ger sínar yvirlitstrolingar, eru trolstøðirnar lagdar kring allan landgrunnin, grynri enn 500 metrar.
Í teimum báðum vár trolingunum er landgrunnurin býttur upp í 15 øki eftir dýpi og ætt, og síðan verður ávíst tal á støðum tikið á hvørjum øki. Samlaða talið av støðum fyri allan landgrunnin er 100, og støðirnar verða soleiðis tiknar á hvørjum ári.
Við á hesum seinna túrinum hjá Magnusi Heinason vóru Kristian Zachariassen, Mourits M. Joensen, Rógvi Mouritsen og Jákup Reinert, sum eisini hevði ábyrgdina av hesi ferðini.

Skiftandi veður
Av teimum tilsamans 100 trolstøðunum, sum verða tiknar á yvirlitstrolingunum á vári, vórðu 64 støðir tiknar fyrra túrin. Soleiðis vóru 36 støðir eftir at taka á hesum seinna túrinum.
Flestu støðirnar á hesum seinna túrinum lógu heldur djúpt, og hetta sæst aftur í teimum fiskasløgum, sum fingin vórðu.
- Fyrrapartin av túrinum viðraði illa, og neyðugt var eisini at sigla undir land, tí vindurin gjørdist ov nógvur. Men seinni parturin av túrinum var at kalla dýrdarveður, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur.

Samanlagdir túrar
Leggja vit hesar báðar vártúrarnar saman, vórðu tilsamans 41 ymisk fiskasløg veidd á teimum 100 støðunum.
Nógv mest varð fingið av hýsu og síðan av upsa, toski, hvítingsbróðuri, smáum kongafiski, svartkjafti og gulllaksi.
- Hýsa varð fingin á 98% av støðunum, toskur á 84, upsi á 80 og smái kongafiskurin á 74% av støðunum, sigur Jákup Reinert.
Størsti denturin á hesum túrum verður sum nevnt lagdur á tosk, hýsu og upsa, men trolingarnar geva eisini eina ábending um, hvussu støðan er hjá øðrum fiskastovnum.

Onnur fiskasløg
- Eitt nú tykist reyðsprøka, sum hevur verið í minking i nøkur ár, at vera væl fyri. Havtaska, longa og brosma tykjast vera hampiliga væl fyri, meðan stóri kongafiskurin hevur verið støðugur í fleiri ár á einum lágum støði. Tann smái kongafiskurin hevur eisini verið støðugur í fleiri ár og er hampiliga væl fyri. Haraftrat hava hvítingsbróður og gulllaksur verið í vøkstri í fleiri ár, og hóast minni varð fingið av báðum sløgum í ár í mun til í fjør, tykjast hesir stovnar kortini at vera væl fyri.
Fiskifrøðingurin sigur, at kalvin hevur eisini verið í minking í nøkur ár.

Stórt veiðitrýst
Jákup Reinert vísir á, at við tí stóra veiðitrýsti, sum er undir Føroyum, vil tilgongdin av ungfiski tey einstøku árini í stóran mun gera av, hvussu stórur stovnurin er.
- Av hesi orsøk er stórur partur av stovninum eisini ungur fiskur.
Fiskifrøðingurin sigur, at bæði stovnur og veiða vilja vera skiftandi ár undan ári, tí tilgongdin er skiftandi.
- Men vøksturin á fiskinum hevur sjálvandi eisini týdning fyri, hvussu stór stovnsvektin er.
Jákup vísir á, at í ár vóru toskurin og hýsan hampiliga væl fyri, meðan upsin yvirhøvur er rakari.

Toskurin illa fyri
- Fara vit aftur til tíðina fyrst í nítiárunum, síggja vit, hvussu skjótt toskastovnurin kom fyri seg aftur eftir tey sera vánaligu kreppuárini. Tað vóru teir sera góðu árgangirnir í 1992 og 1993, sum gjørdu, at toskurin menti seg so skjótt aftur.
Men tað var ikki bara toskurin, sum mentist eftir vánaligu árini fyrst í nítiárunum.
- Eisini hýsan vaks skjótt, og her vóru tað 1993 og 1994-árgangirnir, sum skaraðu fram úr.
Fiskifrøðingurin sigur, at góð tilgongd árini síðan hevur eisini fingið báðar stovnarnar at veksa aftur.
- Men sambært yvirlitstrolingunum í vár eru allir tríggir stovnarnir, toskur, hýsa og upsi, aftur í minking, og serliga er tað toskurin, sum er illa fyri og hevur alla vernd fyri neyðini. Júst, hvussu nógv toskastovnurin er minkaður, er trupult at gera av bert við støði í hesum kanningum, sigur hann.

Ymisk tóv
Jákup vísir á, at toskurin savnast á ávísum avmarkaðum støðum í gýtingartíðini, og fellir hetta saman við nøkrum av útvaldu støðunum, verður veiðan samsvarandi stór.
- Eini 2-3 rættiliga stór toskahál vórðu gjørd í fjør vár, og var hetta orsøkin til, at sonevnda "farstrikan" kvinkaðist uppeftir. Í vár vórðu eingi tílík hál gjørd, sigur fiskifrøðingurin, Jákup Reinert.