Toskaprísurin lágur

Toskur og hýsa fingu ikki góðan prís á Fiskamarknaðinum í dag. Umleið 18 tons vóru av toski. Tann størsti fór fyri 16,13 krónur í meðal fyri kilo, toskur II fekk meðalprísin 15,22, og toskur III fór fyri 16,21 krónur fyri kilo.

Knappliga níggju tons av hýsu vóru á uppboðnum fyrrapartin. Hýsa II fór fyri 9,66 krónur í meðal fyri kilo, og meðalpsírurin á hýsu III var 10,13 krónur.

Helmingurin av tí, sum var á søluni í dag, var upsi, eini 65 tons. Upsi III fór fyri 13,55 krónur í meðal, upsi IV fyri 10,11 krónur, og tann minsti upsin fór fyri 8,84 fyri kilo í meðal.

30 tons vóru av svartkalva, og fóru tey fyri 31,48 krónur í meðal fyri kilo. Góð átta tons vóru av havtasku, og tað mesta fór fyri 34,74 krónur kilo.

Tilsamans 136 tons vóru á Fiskamarknaðinum í dag, og fóru tey fyri góðar 2,2 milliónir krónur.