Toskaprísurin heldur sær væl

Prísurin á norskum alitoski er hægri enn prísurin á villum toski

Í síðstu viku fingu norskir fiskaútflytarar í miðal 64 norskar krónur fyri kilo av frystum toskaflaki. Tað er ein króna meira enn fyri einum ári síðan, og stívliga 4 krónur meira enn miðalprísurin hevur verið í ár.

Prísurin á feskum toski var í síðstu viku 30,10 krónur fyri kilo, og miðalprísurin fyri árið í ár hevur verið 31,30 norskar krónur. Miðalprísurin á feskum toski í Noregi higartil í ár liggur tískil á sama støði sum í fyrra hálvári í fjør.

Prísurin á alitoski var 37,71 norskar krónur í miðal fyri kilo í síðstu viku, og tað er sama príslega sum um somu tíð í fjør.

Prísirnir, sum talan er um, eru teir, sum norskir fiskaútflytarar hava fingið fyri fisk á útlendska marknaðinum.

Tað er heimasíðan hjá Fiskeribladet Fiskaren, sum ber hesi tíðindi.