Toskaprísurin er láturligur

Tað gongur illa hjá grønlendskum útróðrarmonnum at reka lønandi vinnu, nú prísirnir á toski eru lækkaðir, og krøvini til minstamát á fiski eru økt.

 

 

Grønlendskir jollufiskimenn siga, at fiskiskapurin eftir toski er deyðadømdur. Teir kunnu ikki longur liva av at fiska tosk, sum er høvuðsveiðan. Prísurin á toski, sum hevur verið lágur, er nú lækkaður enn meira.

Tað skrivar Sermitsiaq.

KNAPK, sum er fiski-og veiðimannafelagið og Royal Greenland, hava gjørt eina avtalu um minstaprís fyri tosk, tá hann verður seldur. Prísurin á toski við høvdi var 6,50, men hesin prísur lækkaði fyrst niður í 5,75 krónur fyri kilo.

Prísirnir á toski við ongum høvdi lækkaðu úr 9 krónum og niður í átta krónur fyri kilo.

Men, hetta er ikki øll lækkingin, tó at toskaprísurin í Grønlandi í langar tíðir hevur verið láturliga lágur.

Frá 24. august í ár at rokna lækkaði prísurin á toski enn meira, hesaferð úr 5,75 við høvdi og niður í 5,40. Samstundis er prísurin á toski við ongum høvdi lækkaður úr 8 krónum og heilt niður í 6,50 krónur fyri kilo.

- Eftir at toskaprísurin er lækkaður, er okkara inntøka minkað ógvusliga. Vit føla, at toskafiskiskapurin er deyðadømdur, sigur Gustav Lyberth, sum er formaður fyri fiski-og veiðimannafelagið í Maniitsoq.