Toskadeyði í Noregi

Herfyri gjørdist ein norskur toskaalari skakkur, tá ið hann legði til merkis, at eini 50 tons av aldum toski lógu deyð í nótunum. Hildið verður, at fiskurin er vorðin ræddur og er strongdur av skipi, ið var nærindis

Toskadeyði

 

Tað er norska alifelagið Branco AS, sum er eitt lutfalsliga lítið felag, ið hevur mist virðir fyri millum hálva og eina miljón krónur av toskadeyðanum.

Í fyrstu atløgu helt felagið, at talan var um eini 30 tons, sum vóru deyð, men tá ið nótirnar vórðu ruddaðar og tømdar, vísti tað seg, at talan var um heili 50 tons av deyðum fiski.

Branco AS hevur eina árliga toskaframleiðslu uppá 10.000 tons til marknaðir í Niðurlondum, Belgiu, Fraklandi og Týsklandi.

Felagið hevur gjørt sínar royndir og mistøk, og nú alt sá væl so út, og felagið hevði fingið fótin fyri seg á marknaðinum, kom hetta púrasta óvart á.

 

Eitt “mysterium”

Í fyrstani stóðu menn spyrjandi, hvør orsøkin til stóra toskadeyðan kundi vera. Hetta var í norskum tíðindamiðlum rópt eitt “mysterium”.

Men nú heldur Branco AS seg hava funnið út av, hvør orsøkin er.

Vanlig og reglulig bátaferðsla fram við nótunum, har toskur verður aldur, plagar vanliga ikki at vera nakar trupulleiki.

Men seinni er komið fram, at skipið Toisa Vigilant hevur verið nær nótunum, og sambært alifelagnum kann skipið hava elvt til, at fiskurin í nótunum er vorðin strongdur.

Umborð á skipinum siga teir, at Toisa Vigilant ikki hevur brúkt nakra útgerð, sum er vandamikil fyri fiskin.

Sum skilst, hevur skipið havt onkra útgerð í sjónum, men at hendan ikki hevur verið í brúki.

 

Ræddur og strongdur

Dagligi leiðarin hjá Branco AS, Per Sture Mork, sigur, at alifelagið nú situr við einum trupulleika, har 50 tons av toski eru vorðin rædd og strongd, so fiskurin doyði.

- Eitthvørt er hent, sum ikki skuldi henda, og vit trúgva, at Toisa Vigilant hevur svarið. Vit trúgva nevniliga, at tað er ógvuliga sannlíkt, at skipið er orsøkin til stóra toskadeyðan, sigur hann.

Hann leggur aftrat, at fiskurin er vanur við ljóðið frá eitt nú bátum og ferjum, sum sigla aftur og fram.

- Men her er talan um eitthvørt, sum fiskurin ikki er vanur við. Tá ið slíkt hendir í nót, og hitin liggur um 16 stig, gerst fiskurin ræddur og strongdur. Tað einasta “óvanliga” hesa náttina var Toisa Vigilant, sum lá nær alinótunum, sigur Per Sture Mork.

 

Ógreið útmelding

Dagligi leiðarin vísir á, at teir, sum varða av skipinum, hava uppført seg undarliga í øllum málinum um toskin.

- Eg haldi, at teir áttu at sagt sum er og meldað greiðari út, hvat tað er, sum teir hava gjørt. Eru teir ósekir, áttu teir eisini at verið greiðari í sínum frágreiðingum. Teir hava ikki sagt, hví teir vóru her á leiðini, ei heldur, hvussu nær teir vóru alibrúkinum. Skipið hevur nakað, teir rópa “højvolts transmitter” umborð, og eingin veit, hvørja ávirkan hetta hevur á lívið í sjónum, sigur Per Sture Mork.

Norska alifelagið hevur nú meldað tilburðin til løgregluna.

Tað er FiskeribladetFiskaren, sum ber hesi tíðindi.