Tað sigur Høgni Madsen, sum er aftur í Føroyum, eftir at hava roynt seg í næst bestu deildini á Malta.
Høgni Madsen hevur leitað eftir felagi á Malta at spæla við komandi tveir mánaðirnir, men nú er avgerð tikin um at koma aftur til Føroyar.
Høgni Madsen hevur spælt við Pieta Hotspurs, meðan hann hevur verið á Malta.
- Hetta er avgjørt nakað eg havi hug at royna aftur, sigur miðvallarin.
Fuglfirðingurin leggur dent á, at ÍF er fremst í huganum nú hann kemur heimaftur.
- Eg havi ikki skrivað sáttmála við nakað felag enn, men tað er ongin loyna at ÍF hevur fyrsta prioritet, sigur Høgni Madsen.