Tosar við foreldur foreldrafundur um rúsevni

Almennur fundur verður í Eysturskúlanum, har fyrrverandi misnýtari fer at greiða frá

Hóskvøldið skipa skúlastýrið í Eysturskúlanum í Havn, og Náttarravnarnir, fyri fundi fyri øllum foreldrum, har tey fara at tosa um rúsevnamisnýtslu.

 

Fundurin verður klokkan 19. Hann er fyri foreldrum at børnum í Eysturskúlanum, men sum so er talan um almennan fund, tí onnur foreldur eru eisini vælkomin, sigur Eysturskúlin.

 

Tað er kendi, danski fyrilestrarhaldarin, Line Risberg, sum fer at greiða frá.

 

Sjálv hevur hon verið misbrúkari, men hesi árini, síðani hon kom burtur úr tí, hevur hon brúkt upp á at ferðast runt at upplýsa um rúsevni og at fáa tey ungu at halda seg vekk frá rúsevnum.

 

Hon er væl kendur fyrilestrarhaldari í Danmark, sum hevur hildið fyrilestur fyri einum 350.000 ungum og foreldrum.

 

Eitt danskt blað hevur kallað hana eitt máttmikið vápn í stríðnum ímóti rúsevnum.

 

Hon var sjálv misbrúkari í fleiri ár, men hon sigur, at hon skilti ikki støðuna, fyrrenn hon brádliga stóð á 16. hædd í einum húsum, í ferð við at taka sítt egna lív.


Rúsevnini hava fullkomiliga broytt hennara lív og átta ár eftir, at hon kom burtur úr misbrúkinum, dragist hon enn við hjáárinini, sigur hon.