Tosa um ta góðu relatiónina í Vesturkirkjuni

Hóskvøldið, 3. desember, kl. 20.00 skipar Agape fyri fyrilestri í Vesturkirkjuni.
Evnið fyri fyrilesturin er: "Tann góða relatiónin".

 

Fyrilesturin er um sambandið, vit hava hvør við annan. Hvussu vit knýta sambond og styrkja sambond. Nomið verður við relatiónirnar, vit m.a. hava við hjúnafelagan, barnið, vinin og starvsfelagan.

 

Hoyrið nærri um, hvussu barndómurin ávirkar okkum. Sum vit sjálvi eru møtt og sædd sum børn, verður ein av grundarsteinunum undir okkara evnum at vera í kontakt og í relatión við onnur sum vaksin.

 

Tað er Sigrun Heldarsgarð, sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterpeutur, sum hevur fyrilesturin.