Tosa um kommunusamanlegging

Á bygdarráðsfundi í Sørvági týskvøldið var eitt av málunum umsókn um at leggja Sørvágs- og Mykines kommunur saman

Áhugi er fyri enn fleiri kommunusamanleggingum í Vága Sýslu. Mykines Kommuna ynskir at leggja saman við Sørvágs Kommunu, og viðgerð av teirri umsóknini var eitt av málunum á bygdarráðsfundi, sum var í Sørvági týskvøldið. Bygdarráðið gjørdi á fundinum av at arbeiða víðari við hesum málinum.
Eivin Jacobsen borgarstjói í Sørvági, sigur, at fundur millum kommunurnar er avtalaður til at verða tann 13. september, og miðað verður eftir at hava tikið eina avgerð áðrenn mikkjalsmessu, sigur hann.
Nú hevur Sørvágs Kommuna nýliga verið í samráðingum um smanlegging. Ta ferðina við Bíggjar Sóknar Kommunu, so tað átti at borið til at nýtt royndirnar frá teimum samráðingunum í hesum umfarinum, heldur borgarstjórin í Sørvági, sum hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til kommunuvalið í november.