Stjórnarleiðarin í Somalia, Ali Mohammed Gedi, roynir nú at fáa stuðul frá leiðarunum í umleið 200 ættarbólkum. Forsætisráðharrin hevur boðið leiðarunum til fundar í høvuðsstaðnum Mogadishu, og hann hevur sagt, at hann er sinnaður at tingast í eina viku, er tað neyðugt. Tað hevur verið toliliga friðarligt í Somalia teir seinastu dagarnar, síðani etiopiskir hermenn tóku valdið frá víðgongdum muslimskum bólkum.