Skal skil fáast á parkeringsviðurskiftunum í Havn, slepst ikki undan at gera eitt, ella tvey parkeringshús.
Tað var eitt sjónarmið, sum varð ført fram á borgarafundi í Havn nú eitt kvøldið um parkeringsviðurskiftini í býnum.
Í hesum sambandi trákkaðust fólk eftir at vita, hvørjar ætlanir, Býráðið hevur við Skálatrøð og um nøkur ætlan er um eitt parkeringshús á Skálatrøð, tí tað hildu summi, var ein tann týdningarmesti spurningurin yvirhøvur at fáa greiði á, í hesum sambandi.
Og Birita Wardum, býararkitektur, staðfestir, at nettupp at byggja eitt parkeringshús er ein spurningur, sum verður umrøddur í sambandi við royndirnar hjá býráðnum at bøta um viðurskiftini.
Hon sigur, at tosað hevur verið um at byggja eitt parkeringshús niðri á Skálatrøð, samstundis sum um at ætlanin er at byggja nýtt tjóðleikhús har.
Í hesum sambandi er ætlanin at byggja tjóðleikhús út ímóti sjónum og at byggja eitt parkeringshús inn ímóti hamrinum. Ætlanin er eisini at gara niður í jørðina, fyri at fáa eina hædd av parkeringsplásssum undir jørð við tí endamáli at fáa pláss fyri fleiri bilum.
Tosað hevur eisini verið um at gera eitt annað parkeringshús niðri við Bursatanga á Eystarubryggju.
Uppskot var eisini um at eitt parkeringshús eigur at vera í Álakeri til øll tey, sum hava tilknýti til, ella ørindi á Landsjúkrahúsinum, og har um vegir, tí tað er ikki tespuligt at síggja, hvusssu øll tey tuska runt eftir parkeringsplássi.
Býararkitekturin heldur, at skal tosast um trivnað í miðbýnum, er tað ein fortreyt, at tað eru nóg mikið av parkeringsplássum, men tað skal umhugsast væl, hvar tey verða løgd, tí endamálið er at leggja tey soleiðis, at fólk kunnu sleppa av við bilarnar, fyri síðani at kunna flyta seg til gongu inn ímóti býnum.
Ein býráðslimur, sum hevur talað fyri at byggja parkeringshús í Havn, er Jógvan Arge.
Hann hevur víst á, at eitt eisini eitt parkeringshús kann byggjast soleiðis, at tað verður eitt prýði fyro býin. Og í hesum sambandi hevur hann víst til eitt nýtt parkeringshús í Vejle í Danmark, sum føroyski listamaðurin, Tróndur Patursson, hevur listprýtt. Tað eitur P-Hus Tróndur, og har eru pláss fyri 270 bilum á seks hæddum, sum tilsamans eru 8.000 fermetrar.









