Politikarar í samgonguni tosa nú opið um kreppu í samgonguni og at tað skal nógv til fyri at finna semju
-Tað er kreppa í samgonguni, ásannar Rodmund Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum eisini er í samgonguni.
Tað er málið um Eysturoyartunnilin, sum hevur elvt til kreppu í samgonguni.
Og tað er hann ikki einsamallur tingmaður úr samgonguni um at halda.
Rodmundur Nielsen ásannar samstundis, at skal tað eydnast at halda fram við eini borgarligari samgongu, hava tey skyldu til at finna semju um Eysturoyartunnilin.
Hann heldur, at ongantíð betri at andstøðan hevði verið við í einu semju um tunnilin.
Eisini Bill Justinussen ásannar, at øsingin um tunnilin er so stór, at meirilutin sær út til at ríða undan samgonguni.
Og Reimund Langgard úr Sambandsflokkinum heldur fram og staðfestir, at samgongan tolir ikki, at málið um Eysturoyartunnilin dettur niðurfyri.
Og tað er sjálvur landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P, Højgaard, samdur í.
Fyribils hava tríggir tinglimir úr samgonguni, har tann eini enntá er floksformaðurin Jenis av Rana úr Miðflokkinum, boðað frá, at teir taka ikki undir við at Eysturoyartunnilin verður privatur.
- Eg dugi ikki at síggja, at samgongan kann halda fram, tá ið tríggir samgongulimir boykotta eina ætlan sum hesa, eftir at hon er komin undir land, sigur Kári P. Højgaard.
- Fæst eingin loysn á málinum um Eysturoyartunnilin, kann tað vera endin á samgonguni, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Maðurin, sum situr við endan, er sjálvur Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.
Hava politikarar úr eysturoy rætt í, at samgongan hevði ikki tolt at tríggir samgongulimir fara í part við andstøðuni í hesum máli.
- Nei, sjálvandi ber tað ikki til seta eina stóra verkætlan ígongd uttan undirtøku í samgonguni, sigur løgmaður.