Tosa nú um Ronaldo

Jorge Valdano, ítróttarstjóri í Real Madrid, sigur nú, at spanska høvuðsstaðarfelagið er í samráðingum við Manchester United um eitt møguligt keyp av Cristiano Ronaldo. Enn er tó einki sum helst staðfest í hesum, men sum skilst er Real Madrid til reiðar at rinda á leið 660 milliónir krónur fyri spælaran. Fyrr í vikuni keypti Real Madrid brasilska Kaká úr Milan fyri hálva milliard krónur.