Tosaði fyri eina millión um minuttin

Barrack Obama brúkti 30 milliónir krónur til 30 minuttir í amerikonskum sjónvarpi í nátt, og so nógvar pengar hevur einki annað forsetavalevni brúkt upp á so stutta tíð fyrr. Sendingin, sum var ein reklamufilmur, var í bestu senditíð, og serfrøðingar eru á einum máli um, at hon var sera væl fyriskipað. Tann stóri spurningurin er, hvønn týdning hon fær á valið. Heldur óvæntað nevndi Obama ongantíð mótstøðumannin John McCain, men brúkti heldur teir 30 minuttirnar til at lýsa seg og sínar ætlanir.