TOS í TUTL

Fríggjadagin spæla fløguaktuellu Tollarar og Syndarar í handlinum hjá Tutl á Káta Horninum í Havn. Hetta gera teir, eftir at Tutl hevur skipað fyri ókeypis konsertum hvønn yrkadag teir báðar seinastu mánaðirnar. Nú er summarið av, men ókeypis konsertirnar halda áfram í Tutl.

 

Nú í seinsummarinum og í heyst vera konsertir hvønn fríggjadag klokkan 16.30. Tann fyrsta konsertin av hesum slagnum verður í ovurmorgin, tá Tollarar og Syndarar spæla.