Tórshavnar kommuna vil hava fólk at flyta bilar

Status frá Tórshavnar kommunu klokkan 11.00 í morgun var, at ruddingin av høvuðsvegunum í býnum heldur fram og verður spakuliga farið at grava út á síðuvegirnar. Serliga er tað í Hoyvíkshaganum, at ruddingin er meiri umfatandi.

 

Tá ið grivið verður gerast vegirnir rættiliga hálir, tí verða høvuðsvegirnir eisini saltaðir sohvørt. Kommunan hevur tveir størri bilar sum salta, umframt at teir tríggir traktorarnir sum grava, eisini salta, samstundis sum grivið verður.

 

Fitt av bilum eru settir fram við høvuðsvegunum, hesir forða fyri, at tað verður nóg væl ruddað, tí verður heitt á fólk sum eiga bilar sum eru settir við høvuðsveg, um at fáa hesar burtur.

 

Soleiðis er støðan:

 

Kollafjørður: allir vegir eru ruddaðir og brattar brekkur saltaðar.

Kaldbak: allir vegir ruddaðir

Nólsoy: ruddað verður. Traktorur við bust og saltspreiðara.

Hestur: ikki tørvur á rudding og salting.

Norðradalur: LV ruddar

Syðradalur: LV ruddar

Velbastaður: LV ruddar

Kirkjubø: LV ruddar