284 kilometrar av vegi í Tórshavnar kommunu eru privatir. Tað eru eini 440 privatfólk, ið eiga vegir ella partar av vegum í kommununi, og tað er ikki altíð, at tey vita av hesum sjálvi.
Tórshavnar kommuna sigur, at ávísar skyldur fylgja við at eiga veg, men at í fleiri førum eru fólk ikki greið yvir sínar skyldur.
- Hesir krevja viðlíkahald og skulu eisini røkjast privat, tá ið eitt nú kavi er, skrivar kommunan.
Tí bjóðar hon sær nú at yvirtaka privatar vegir í kommununi.
- Tórshavnar kommuna kann í útgangsstøðinum yvirtaka allar privatar vegir, har tað eru fleiri enn eini hús, og har vegurin hevur praktiskan týdning fyri fleiri borgarar.
Tórshavnar kommuna heitir tí á fólk um at senda sær eina fráboðan, um tey ynskja, at kommunan skal yvirtaka vegin.











