– So komu boðini. Í sjálvari umhvørvisvikuni. Náttúran frá Sundsá og eystureftir skal leggjast undir grót.
Soleiðis byrjar Jóhann Mortensen, journalistur, sum býr í Kaldbak og hevur stóran alsk fyri náttúruni, sína viðmerking til Tórshavnar býráð, sum hevur staðfest ætlanina um at leggja fjøruna á Sundi undir grót frá undirsjóvartunlinum.
– Bogi og kompaní skulu partú leggja stór náttúruvirði í oyði. Náttúra, sum ikki kemur aftur. Náttúra, sum okkara eftirkomarar ikki fáa. Hóast vit bara hava náttúruna til láns frá eftirkomarunum. Fólk í Kaldbak hava nýtt sín demokratiska rætt. Tey flestu í bygdini við tann vakra fjørðin heittu stutt eftir ársskiftið á býráð og yvirfriðingarnevnd um at eira náttúruna á Sundi. Men til fánýtis.
Jóhann Mortensen vísir á, at politikkarar eru fólksins tænarar. Men hann heldur, at í hesum føri minna fólksins tænarar mest um fólksins fíggindar.
– Vit hava valt tykkum at skipa fyri. Kommununi at gagni og fólkinum til frama. At skipa fyri, so øll trívast í felagsskapinum. Vit hava ikki valt tykkum at oyðileggja. Vit hava ikki valt tykkum at skapa mistrivnað. Í stuttskygni ætla tit nú at ganga ímóti meginpartinum av eini heilari bygd. Uttan at ráðføra tykkum við ta fólkavaldu staðbundnu nevndina. Tit øsa fólk upp og skapa mistrivnað, skrivar hann.
Víðari vísir hann á, at umberingarnar, sum fólk hava fingið í teldubrøvum frá býráðspolitikkarum, koma undir heitini tápuligt og máttloysi. »Vit hava onga aðra loysn fyri grótið«. Er ein umbering. Hetta er hvørki hálvur ella fjórðings sannleiki, sigur hann.
– Her vilja tey á Vaglinum bara skilja, at grótð skal brúkast. Og at tað skal flytast so stutt sum møguligt. Tað er bíligast, hóast náttúran fer fyri skeytið. Umberingin, at tað ber ikki til at broyta samtyktina, er møsn. Áður eru samtyktar broyttar. Og tað ber eisini til nú.
– Mikudagin hildu mong, at nú hava vit fingið eina tilvitandi forkvinnu í náttúru- og umhvørvisnendini. Vónandi letur hon seg ikki kúgað og heldur fast um at verja fjøruna á Sundi. Hugsið tykkum hurlivasan: Ein myndugleiki í okkara kommunu gevur boð um at oyðileggja náttúruna flaggdagin – okkara tjóðardag. Og ein annar myndugleiki gevur boð um at steðga náttúruoyðingini dagin eftir. Við miðlar verður sagt: einki grót skal leggjast á Sundi. Og triða dagin koma kontraboð: vinnuøkið skal kortini gerast á Sundi. Ei undur í, at fólk eru ørkymlað og hørm, skrivar Jóhann Mortensen í hvassorðaðu viðmerkingin, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.