Tórshavn Boksing hevur opið hús

Leygardagin 17. mai letur Tórshavn Boksing dyrnar upp á víðan veg

Tórshavnar boksing hevur opið hús á niðastu hædd í Badmintonhøllini fyri øllum áhuganum.

 

Boksararnir í Havn hava leingið havt skiftandi hølisumstøður, men nú eru sekkirnir loksins komnir upp at hanga fyri vell, og tað hátíðarhalda vit við at halda opið hús fyri øllum teimum, sum eru áhugað.

 

Tiltakið er klokkan 11-14, og fyrsta tímarnir ber til at uppliva okkara kamplið venja.

 

Tú kanst eisini hoyra alt um møguleikarnar at venja við okkum, um enn tú vil vera á kampliðnum, ungdómsliðnum ella íðka boksing sum motiónsítrótt. Tú kanst hendan dagin eisini melda teg til eitt av mongu liðunum, sum byrja eftir summarfrítíðina.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##