Tórsfest flytur oman á Vágsbotn

Vit hava júst havt ein festival í Vágsbotni (Voxbotn), og áðrenn ólavsøkuna verður enn ein festivalur sama stað - hesa ferð Tórsfest, sum annars plagar at vera á Vaglinum.

Orsakað av arbeiðnum í Havnará, verður Tórsfest í ár flutt oman á Vágsbotn.

 

– Hetta er eingin smeitur, tí eftir eitt sera væl eydnað og útselt Voxbotn 2023, liggur væl fyri, at endurtaka systra-tiltakið, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi.

 

Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstuferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986.

 

Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.

 

– Skráin er á tremur við tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikararnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku - 22. juli 2023.