Tórsbreyt er enn ikki fullfíggjað

Eitt serligt amboð manglar fyri at allar greinar innan frælsan ítrótt kunnu venjast.

Tórsbreyt hevur verið til gagn fyri íðkarar og onnur síðani hon var liðugt bygd í 2008, men enn er hon ikki fullkomin. Heri Ziska, venjari hjá Hvirluni, fegnast um, at tað nú ber til at venja nógvar ymiskar greinar innan frælsan ítrótt, men:

- Fjølbroytnið kundi verið enn størri, um vit høvdu stangarlopsmadrassu, tí tað eru nógv, ið hava ynski um at venja tað. Vit vilja gjarna skipa fyri slíkari venjing, men har hevur kommunan so ikki funnið fígging enn til at fulfíggja Tórsbreyt, so allar frælsagreinar kunna venjast, sigur Heri Ziska.

Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Hera Ziska um frælsan ítrótt í Føroyum. Í samrøðuni avdúkar hann eitt nú hvussu stórur partur av frítíð hansara fer til frælsan ítrótt.