Real Madrid hevði trupla uppgávu fyri í kvøld, tá ið teir í 1/16-finaluni í Copa del Rey hittu Atlético Madrid, sum vann fyrra dystin á heimavølli 2-0. Real Madrid skuldi tískil vinna 2-0 fyri at fáa umdyst ella við trimum málum fyri at spæla seg víðari.
Tað var heimvendi sonurin í Atlético Madrid, Fernando Torres, sum tók øll á bóli, tá ið hann longu í fyrsta minutti legði gestirnar á odda 0-1 eftir upplegg frá Antoine Griezmann. Tá ið 20 minuttir vóru farnir javnaði Sergio Ramos við stútara eftir upplegg frá Toni Kroos. 1-1 gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Sigast má, at Fernando Torres var á tærnum frá byrjan, tí aftur í seinna hálvleiki skoraði hann longu í fyrsta minutti – aftur hesaferð átti Antoine Griezmann uppleggið. 1-2 til Atlético Madrid, og nú skuldi Real Madrid hava heili trý mál afturat um teir skuldu spæla seg víðari.
Tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki eydnaðist tað Cristiano Ronaldo at javna til 2-2 við stútara, og hóast Real Madrid legði trýst á og hevði fleiri atsóknir, so eydnaðist tað teimum ikki at fáa fleiri mál og Atlético Madrid er nú víðari við samanløgdum 4-2-sigri.
Kl.21.00 byrjar 1/16-finalan ímillum Elche og FC Barcelona. FC Barcelona vann fyrra dystin 5-0 og hevur í byrjunaruppstillingini í kvøld einamest eykaleikarar við: Ter Stegen, Montoya, Bartra, Mathieu, Adriano, Gumbau, Rafinha, Sergi Roberto, Pedro, Munir og Adama.
Real Madrid – Atlético Madrid 2-2 (1-1) 2-4 samanlagt
0-1: Fernando Torres, 1.
1-1: Sergio Ramos, 20.
1-2: Fernando Torres, 46.
2-2: Cristiano Ronaldo, 54.