Fernando Torres hevur gjørt ein tvey ára lánisáttmála við AC Milan.
Chelsea váttaði leigusáttmálan í dag, samstundis sum teir eisini váttaðu keypið av Loic Remy.
30 ára gamli Torres flutti frá Liverpool til Chelsea í januar 2011 fyri 50 milliónir pund, men hevur stríðst í Chelsea líka síðani.
Eg eri ógvuliga glaður fyri at vera komin til Milan, og kann ikki bíða eftir at byrja hetta nýggja ævintýrið, sigur Torres, sum hevur fingið ryggnummar 9.
Sáttmálin við Chelsea gongur út á sumri 2016, tá eisini leigusáttmálin við Milan gongur út.