Torres tikin av bóli av verjuni hjá Liverpool

Fernando Torres helt, at liðið hjá Chelsea var tikið av fótum av broyttu verju-formasjónini hjá Liverpool Nýggi framherjin hjá Chelsea var fegin um ta móttøkuna hann fekk frá heimafjøldini, tá Chelsea og Liverpool møttust á Stamford Bridge leikvøllinum í Londin ígjár.

 

Synd er at siga, at avrikið hjá Fernando Torres stóð mát við stuðulin hjá Chelsea-áskoðarunum.

 

Fernando Torres hevur tó eina frágreiðing uppá hetta, og hann heldur, at verju-formasjónin hjá Liverpool var høvuðsatvoldin til, at Chelsea tapti dystin.

 

- Hetta gjørdist ein torførur dystur hjá okkum, tí Liverpool hevði eina heilt nýggja verjuformasjón. Vit vóru ikki fyrireikaðir uppá hetta, og tí gekk tað, sum tað gekk, sigur Fernando Torres við heimasíðuna hjá Chelsea.

 

Jamie Carragher, Martin Skrtel og Daniel Agger pakkaðu Fernando Torres væl og virðiliga inn, og aftaná hálvrunnan seinna hálvleik var Fernando Torres tikin av vøllinum.

 

Fernando Torres heldur kortini ikki, at tað var uppiborið, at Chelsea tapti ímóti Liverpool: - Eitt rættvíst úrslit hevði verið javnleikur, sigur Fernando Torres við heimasíðuna hjá Chelsea.