Liverpool má vera Fernando Torres fyri uttan í tríggjar vikur, eftir at hann fekk ein skaða í lærið sunnudagin, tá ið hann og Liverpool leiktu ímóti Aston Villa. Skaðin heldur Torres uttanfyri í týdningarmiklum dystum fyri bæði Liverpool og spanska landsliðið.
Hann verður ikki tøkur hjá spanska landsliðnum í EM-undankappingardystunum ímóti Bosnia-Hersogovina og Armenia, og harnæst neyvan tøkur hjá Liverpool, tá ið teir møta Manchester United í Premier League leygardagin 13. september. Eisini er ivasamt, um hann verður tøkur til Champions League-dystin ímóti Marseille hin 16. september.