Torres á sjúkrahúsinum

Altético Madrid hevur nú nýtt um Fernando Torres, sum var í ógvusligum samanstoyti í kvøld.

Tað var óhugnaligt at hyggja við, tá ið Atlético Madrid-áleyparin Fernando Torres eftir ógvusligan samanstoyt við Alex Bergantinos hjá Deportivo La Coruna í kvøld misti vitið.


Video: Fernando Torres fekk álvarsaman skaða


Tað var alt fyri alt greitt, at støðan var álvarslig, men teir hjástaddu leikararnir fingu sent boð eftir skjótari hjálp, og eftir viðgerð á vøllinum varð Torres fluttur á sjúkrahús.


Atlético Madrid boðar í kvøld frá, at Fernando Torres ikki hevur fingið álvarsligt mein. Hann er tó framvegis undir eftirliti og yvirnáttar á sjúkrahúsinum.