Torres sendi Barcelona víðari á meistarakós

La Liga: Real Madrid greiddi sín setning, men fingu onga hjálp frá grannunum úr Ateltico Madrid

FC Barcelona stevnir móti meistaraheitinum í Spania. Meðan myrku skýggini hanga yvir katalanska stórfelagnum uttanfyri vøllin, so hevur Xavi funnið eina samanseting á vøllinum, ið vinnur dystir.

 

Eitt afturgangandi úrslit í hesum kappingarárinum er 1-0 sigrar. Tað plagdi at vera Atletico Madrid, sum vann 1-0 og fekk omanyvir seg, at teir spældu verjukent. Nú skemtar venjarin hjá teimum, Diego Simeone, við at sjálvt FC Barcelona hevur funnið útav, at tú kanst vinna dystir 1-0 og fegnast um tað.

 

Málskjútti í dystinum var Ferran Torres. Hann hevur ikki havt tað heilt stóru eydnuna við sær, síðani hann skifti frá Manchester City, men nú kann hann kalla seg “match-vinnara” í kanska torførasta dystinum á pappírinum hjá FC Barcelona í endaspurtinum.

 

Real Madrid legði annars eitt lítið trýst á FC Barcelona undan dystinum í gjár við at vinna á Celta Vigo. Munurin er nú aftur 11 stig og nógv bendir á, at Real Madrid má leggja síni egg í Champions League og sponsku steypakappingina.

 

23.04Sevilla2:1Villarreal
23.04Mallorca3:1Getafe
23.04FC Barcelona1:0Atlético Madrid
23.04Elche0:2Valencia
22.04Real Madrid2:0Celta de Vigo
22.04Real Valladolid1:0Girona
22.04Real Sociedad2:1Rayo Vallecano
22.04Almería1:2Athletic Bilbao
22.04Osasuna3:2Real Betis
21.04Espanyol0:0Cádiz
1FC Barcelona30244254:976
2Real Madrid30205563:2465
3Atlético Madrid30186647:2260
4Real Sociedad30166839:2954
5Real Betis301461039:3348
6Villarreal301451139:3047
7Athletic Bilbao301371042:3046
8Osasuna301181128:3241
9Rayo Vallecano3010101036:3640
10Mallorca301171229:3140
11Girona301081244:4338
12Sevilla301081237:4538
13Celta de Vigo30991236:4236
14Real Valladolid301051526:4835
15Cádiz307111223:4232
16Getafe307101328:3931
17Valencia30861632:3630
18Almería30861636:5230
19Espanyol306101435:4928
20Elche30272120:6113