Torres og Gerrard verða ikki seldir

Venjarin, Rafael Benitez hevur sagt seg óttast fyri, at felagið fer at selja Fernando Torres og Steven Gerrard.

 

Leysasøgur ganga um, at italska felagið, Inter Milan ætlar at bjóða uppá Steven Gerrard, men nú roynir aðalstjórin í Liverpool at sissa tey mongu viðhaldsfólkini.

 

- Leysasøgurnar um, at vit mugu selja spælarar fyri at sleppa av við skuld, ella at vit muga gjalda vinningsbýti út til til eigarnar eru láturligar. Møguligir vinningar frá spælarasølum, fara til at keypa nýggjar spælarar. Vit arbeiða við at styrkja munandi um hópin. - Vit eru ikki so býttir, at vit fara at minka um góðskuna á liðnum. At selja teir bestu spælarnar á liðnum, er púrasta ímóti áhugamálunum hjá felagnum, sigur Christian Purslow við lokala blaðið, Liverpool Echo.

 

Amerikumennirnir, Tom Hicks og George Gilett eru sera illa dámdir av Liverpool-viðhaldsfjøldini, tí teir hava skuldarbundið felagið, síðani teir keyptu Liverpool fyri trimum árum síðani.

 

Nú vónar felagið at fáa nýggjan kapital. - Um alt gongur eftir vild, so skuldi verið ein góður møguleiki fyri, at Liverpool FC fær nýggjar kapitalinnspræningar. Tað er leikvøllurin, sum er lykilin hjá okkum fyri at bøta um kappingarførið hjá felagnum, sigur Christian Purslow við Liverpool Echo.