Fernando Torres hevur biðið orsaka fyri at siga, at Chelsea er eitt størri felag enn Liverpool. - Søguligt sæð, so er Liverpool eitt størri felag enn Chelsea, men yvir tey seinastu tíggju árini hava Chelsea og Manchester United verið tey størstu í Onglandi, sigur Fernando Torres.
Tað er ikki komi væl við millum Liverpool viðhaldsfólk, at Fernando Torres eftir skiftið til Chelsea segði, at hann nú var komin til eitt stórt felag.
- Fernando Torres hevur biðið orsaka fyri viðmerkingina. Vit eru sjálvandi vónbrotnir av at ein góður áleypari velur at skifta til ein kappingarneyta, men lívið heldur fram og tað gera vit eisini, sigur Liverpool leikarin, Dirk Kuyt, við Sky Sports í dag.
Fernando Torres skifti til Chelsea frá Liverpool fyri 440 milliónir krónur á seinasta degnum í flytingarvindeyganum.
- Eg ætlaði at halda fram í Liverpool í eitt ár afturat, men áræðið var ikki tað sama. Tað var torført at koma til sponsku landsliðssamlingarnar og síggja hinar spæla á einum hægri støðið, sigur Fernando Torres.
26-ára gamli framherjin hevur fingið nógvar óvinir í Liverpool seinastu vikuna, men sigur tó, at Liverpool er serstakt fyri hann.
- Liverpool fer altíð at vera serstakt fyri meg orsaka av søguni. Felagið er stórt, men hevur í løtuni eina trupla tíð, sigur Fernando Torres at enda.
Eftir tíggju hendingarríkar dagar, er Fernando Torres í løtuni saman við spanska landsliðnum, sum í vikuni skal spæla móti Kolumbia.










