Torres: Eg fari ongan veg

- Mín loyalitetur yvir fyri Liverpool er tann sami sum fyrsta dagin. Eg gleði meg til avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. Eg eri glaður fyri at vera aftur í Liverpool saman við mínum liðfeløgum, sigur Fernando Torres við Liverpool heimasíðuna.

 

Síðani tað gjørdist greitt, at Liverpool ikki fór at spæla Champions League fótbólt hetta árið, hava nógvar gitingar verið frammi um, at bæði Fernando Torres og Steven Gerrard eru á veg úr felagnum. Eitt tað fyrsta nýggi Liverpool venjarin, Roy Hodgson, gjørdi var at vitja Fernando Torres í Spania.

 

- Eg eri sera fegin um, at Roy Hodgson tók sær tíð at koma og vitja meg. Hann fortaldi mær um hansara ætlanir við liðnum og at hann hevði brúk fyri mær. Tað kom væl við, sigur Fernando Torres.

 

Roy Hodgson vil ikki avvísa, at Liverpool ikki fer at selja Torres.

 

- Tað kann verða, at Torres hevur eitt fantastiskt kappingarár og vit fáa eitt boð áljóðandi tey sum Real Madrid gav uppá Kaka(500 milliónir krónur) og Cristiano Ronaldo(800 milliónir krónur), sum vit ikki kunnu siga nei til, sigur Roy Hodgson heldur kryptiskt við enskar miðlar í dag.

 

Liverpool skal í morgin spæla ímóti Rabotnicki í Europa League. Liverpool vann fyrra dystin 2-0.