Torradagar: Frits Johannesen greiddi frá um pápan – í Smæruni

Frits Johannesen greiddi frá um pápa sín, Theodor, sum sigldi nógv og var m.a. stýrimaður við Ólavi Halga í mong ár. Hetta var frásøgn, sum var partur av torraskránni.

 

Frits vísti á foreldrini og syskin teirra sum guðsóttandi fólk, sum eisini høvdu upplivað sorg. Nevndi sum dømi, at tá ið eplini vórðu sett niður, varð hildin bøn – eisini tá ið eplini vórður tikin upp.

 

Hann fortaldi frá søgum um pápa sín, sum m.a. hevði verið til lands í Íslandi. Var og fiskaði við Langanes – teir fiskaðu við róðrabáti. Men Theodor sigldi eisini úti í stóru verð – í Russlandi, Kuba, USA.

 

Tí kom Frits inn á Funnings-Fíu, sum helt at tað vera undarligt, at Theodor, sum hevði siglt um allan heimin, fekk sær konu úr Oyndarfirði. Tá helt hon, at Kristian, maður hennara (farbróðir Frits) var frægari, hann fekk sær konu úr Funningi - eitt lítið sindur longri burtur enn Oyndarfirði er frá Fuglafirði.

 

Við myndum varð greitt frá ferðum við Ólavi Halga, har Theodor hevði verið stýrimaður í mong ár m.a. við Jákup Oluf á Lakjuni og Olaf Olsen sum skipara.

 

Símun, farbróður Firts, málaði – Hann sigst vera fyristi málari í Fuglafirði, verður sagt. Hann málaði eisini leiktjøld til sjónleikir, sum spældir vóru í Fuglafirði.

 

Eisini var nógvur sangur og tónleikur í familjuni, og hevði Theodor gott mál.

 

Var við Hjørdis og Jón Baldvinsyni, sum báðir fórust. Theodor plagdi at taka til, at hann misti helvtina við Hjørdis og restina við Jón Baldvinsyni, sagt við einum skálkasmíli.

 

Út at sigla

Í 1928 fer Theodor 27. oktober við Silver Linning. Teir vóru14 dagar um ferðina av Fuglafirði til Keypmannahavn í ringasta veðri. Theodor fer higani við einum Maersk-báti og heldur jólaftan í Lenengrad í 28 froststigum. Í 1929 fer hann til USA og siglir har yviri í eina tíð.

 

í 1930  er hann við Fraternitas, einum norskum hvalakókara, har teir hildu jól í Suðuríshavinum har – teir høvdu 28 grísar við og 14 teirra vórðu flettir til jóladøgurðan.

 

Við á ferðini vóru fimm hvalafangarar Fraternitas 1, 2, 3, 4, og 5. 220 mans vóru til samans við bátunum.

 

Teir tóku bert spikið og kúlurnar, restina – hópin av tvøsti av flensaður hvalunum, fóru hávarnir og bóghvítuhvalir, ið har vóru, við.

 

Eftir ferðina í Suðuríshavinum, ferð Theodor á skiparaskúla í 1931.

 

Frits greiddi frá mongum øðrum ferðum og vandaferðum, Theodor var fyri, sum er ov drúgvur at koma inn á her.

 

Ein hugtakandi løta í fullsettu Smæruni – og Frits Johannesen er avbera góður frásøgumaður.