Torra-gonguferð norður á Køtlarnar

Sunnudagin hevði Norðoya Gongufelag sett í Torraskránna eina gonguferð norður á Køtlarnar. Hóast tað var nakað váttligt, tá ið farast skuldi frá Vatnbrynnnunum við Ánagjógv, so vildu fólk ikki setast aftur. Hetta var seinasta tiltakið í Torraskránni hesaferð.

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum, plagar at verða tikið til. Og so varð. Út á dagin bleiv turrveður og ferðin eydanðist væl, hjá teimum 25 fólkunum, sum fóru.

Vit vóru við í ferðirni til smáttuna, Dreymsóljan hjá boódanum á Myrkjanoyri, Archibald Black, sum størsti partur av ferðaini var ígjøgnum.

Steðgað varð á við smáttuna og skrivaði Líggjas í Bø eina heilsan í gestabókina, sum er úr træ – givin úr Noregi, við tekstinum: ”Hytteboka” fledur í træið.

Maria Olsen er forkvinna og ”undangongumaður” í Norðoya Gongufelag. Tey høvdu lokkað Djóni Kunoy við henda túrin. Hann er tó ikki ringur at fáa við til ein slíkan gongutúr, hóast honum dámar væl at ganga í fjøllum sum eru 5000 m og hægri. Djóni hevur nýliga verið á 6960 m høga Aconcagua fjallinum í Argentina. Hesum greiddi hann eitt sindur frá eftir ferðini.

Men Djóni Kunoy var ikki komin langt niðan frá, tá ið tað lat í honum: Tað er kanska spennandi at ganga úti í heimi, men flottastu fjøllini til eru, eru í Føroyum.

Ferðin varð kallað ein stuttur vártúrur, sum tók umleið 3 tímar. So varð, hóast hann byrjaði nakað vátur. Men sum onkur av gongufólkunum tók til, eg havi ongantíð verið so vátur, at eg ikki eri blivin turrur aftur.

Orð og myndir: Dávur Winther