Tornið við "heimsins enda?"

Vestmanna

Í hesum døgum fer stórarbeiði fram í kirkjuni í Vestmanna, sum bæði verður umvæld og útbygd.
Birgir W. Høgnesen tók myndirnar, sum vit prenta á hesi síðuni.
Tornið er tikið omanav kirkjuni, sum tískil stendur "høvuðleys" ? um vit so kunnu siga.
Tað er ikki á hvørjum degi, vit síggja eitt kirkjutorn standa á vegnum, og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at vit síggja eina kirkju uttan torn.
Ein undarlig sjón í Vestmanna.