Torleivur Mikkelsen 65

Leygardagin 13 juni fylti Torleivur Mikkelsen shippingmaður í Havn 65 ár.

Torleivur er ættaður úr Vestmanna, sonur Gunnu, f. Johannesen, og Jóannes Mikkelsen.

Hann er elstur av trimum systkjum.


Torleivur varð útbúgvin skipsførari í 1970 og sigldi í umleið 10 ár við skipum hjá A.P. Møller. 


Umleið 1980 legðist hann upp á land og fór at arbeiða sum shippingmaður hjá Traderline. 


Í 1990 stovnaði hann fyritøkuna Tor Shipping, sum er m.a. eitt skipsmeklaravirki og umboðar ymisk útlendsk skip.


Torleivur er giftur við Nicolinu, f. Højgaard, av Toftum. Tey eiga trý børn, Joan, Gunnleiv og Maluna.


-red