Torleif umhugsar at keypa hinar út

- Hinir báðir eigararnir í skipinum, bróður og bróðursonur mín, hava bjóðað mær at keypa teirra partar, men hetta havi eg ikki tikið støðu til enn, sigur Torleif Sigurðsson

Fiskivinna

Torleifi Sigurðsson, reiðara, stendur nú í boði at keypa línuskipið, Pison.
Í dag eigur hann skipið saman við bróðuri sínum og einum bróðursoni.
- Teir hava bjóðað mær at keypa sínar partar, men talan er um nógvan pening, so eg havi ikki tikið endaliga støðu til tilboðið enn.

Minkandi veiðivirði
Í 2003 setti Pison helst øll met hjá einum føroyskum línuskipi, tá ið teir fiskaðu fyri 22,4 miljónir krónur.
Í 2004 fiskaði skipið fyri 12,6 miljónir krónur, men í 2005 var samlaða veiðivirðið niðanfyri 11 miljónir krónur, sum er minni enn ein helmingur av virðinum í 2003.
Tórleif Sigurðsson er reiðari á Pison og Kvikki, umframt at hann eisini er útgerðarmaður hjá Froya, sum er fyrrverandi Jógvan S.