Í gjár bórust boðini um, at Torleif Sigurðsson var deyður. Hann andaðist seinnapartin, eftir at hann gjáramorgunin varð lagdur inn á sjúkrahús. Tollaksmessudag fylti Torleif 61 ár.
So seint sum leygardagin luttók Torleif á fundi fyri formenninar í fótbóltsfeløgunum kring landið, sum Fótbóltssambandið skipaði fyri. Torleif var nú formaður í KÍ.
Torleif var formaður í Fótbóltssambandinum frá 1981 og fram til 2002, tá ið hann tók seg aftur úr formanssessinum. Tá ið Torleif varð valdur til FSF forseta, loysti hann Christian Olsen av. Christian var fyrsti FSF formaður. Hann sat í formanssessinum 1979-1981. Christian og Torleif vóru báðir klaksvíkingar og vinmenn. Christian doyði 15. desember 2006. Harvið eru teir báðir fyrstu FSF formenninir farnir um sýnina.
Torleif Sigurðsson var róligur og sáttligur, og hann leyp ikki framav. Onkuntíð varð hann hildin at geva sær í so góðar stundir, áðrenn avgerðirnar vórðu tiknar, men hetta bar samstundis við sær, at málini búnaðust væl, áðrenn tey vórðu avgreidd.
Árini, tá ið Torleif Sigurðsson var FSF formaður, vóru hendingarrík. Tað varð arbeitt við at betra um vallarumstøðurnar, og tað bøtti nógv um, tá ið fyrstu graslíkisvallirnir komu miðskeiðis í áttati árunum. Um sama mundið fór FSF at skipa fyri venjaraútbúgvingum og dómaraútbúgvingum.
Eitt av aðalmálunum hjá FSF og ikki minst Torleifi Sigurðsson var, at føroyingar og Føroyar skuldu undir somu korum sum allar aðrar fótbóltstjóðir luttaka í altjóða fótbólti. 2. juli í 1988 vórðu Føroyar limir í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Torleif var hjástaddur, og hann tók viðhvørt til, at hetta var ein tann størsta løtan í formanstíðini hjá honum.
18. apríl í 1990 vunnu Føroyar limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA, og síðani limaskapurin í altjóða og europeisku samgongunum gjørdist veruleiki, hava Føroyar luttikið á jøvnum føti við øðrum fótbóltstjóðum í fótbóltspolitikkinum og kappingum fyri landslið og feløg.
Torleif frøddist um gongdina, og seinni tók hann til, at gongdin í Europa og kring allan heimin hevði fyri honum staðfest, at tað var í røttu løtuni og í tøkum tíma, at stigið at gerast limur í altjóða fótbóltsfamiljuni varð tikið. Um tað hevði verið drálað bara eitt lítið sindur, so er tað ikki víst, at Føroyar nakrantíð høvdu vunnið altjóða fótbóltslimaskapin.
Torleif spældi ongantíð sjálvur fótbólt. Hann róði kapp við Klaksvíkingi í 1970 og 1971, og hann var fyrsti formaður í Róðrarsambandi Føroya.
Í mong ár var Torleif leiðari í Føroya Keypssamtøku í Klaksvík. Seinni var hann vinnulívsmaður og reiðari, og samstundis var hann býráðslimur, og onkra ferðina var hann avloysari í Løgtinginum fyri Javnaðarflokkin í Norðoya valdømi.
Ítróttarsosialurin hevur havt nógvar samrøður við fyrrverandi FSF formannin. Tað var altíð ein fragd at tosa við Torleif, tí hann hevði greið og væl grundað sjónarmið. Hann visti, hvat hann tosaði um, og hvat tað bar til at bera alment fram, og hvat ikki enn var búgvið at bera fram á torg.
Ítróttarsosialurin lýsir frið yvir minni um Torleif Sigurðsson. Tankar okkara leita til Elsu Mariu, Sofíu, Margrethu og Ernu og teirra, beiggjarnar og øll hini, sum stóðu Torleifi nær. Harrin styrki tykkum í sorgini.