Torkil við framúr úrsliti

Føroyski súkklarin er við heilt har frammi í stóru donsku kappingini, PostNord Danmark Rundt.

 

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, er væl við í stóru donsku súkklukappingini, PostNord Danmark Rundt, sum verður súkklað á donsku landavegunum í hesum døgum.

 


Torkil Veyhe, sum súkklar við ColoQuick-CULT, er vorðin kapteinur – tann, ið súkklað verður fyri – og eftir eitt gott úrslit á kongateininum í Vejle í gjár lá hann nummar 18 í samlaðu kappingini.

 


Í dag varð einkultstartur súkklaður. Torkil prógvaði, at hetta er ein teinur, ið hann er stinnur á. Torkil bleiv nummar níggju, 1:02 aftanfyri vinnaran, eysturríkska Matthias Brändle (Trek – Segafredo).

 


Torkil Veyhe er nú nummar seks í samlaðu kappingini, 1:16 aftanfyri oddamannin, danska Mads Pedersen (Trek – Segafredo). Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er eitt rimmar úrslit, um tað heldur sær.

 


Fimti og seinasti teinur í kappingini verður súkklaður í morgin. Tá verða 198 kilometrar súkkaðir úr Ebeltoft til Aarhus.