Torkil Veyhe í rætta essinum

Leygardagin var FM í Landavegskoyring á skránni. Unglingar koyrdu 91 km og teir vaksnu 111 km. Í kappingini hjá unglingum megnaði Torkil Veyhe at ogna sær enn eitt gullheiðursmerki, og hjá teimum vaksnu megnaði Gunnar Dahl-Olsen aftur at enda ovast á sigurspallinum

Tórshavnar Súkklufelag skipar á hvørjum ári fyri trimum FM kappingum. Tað bleiv kappast í einkultstarti síðsta vikuskifti, og leygardagin stóð Landavegskoyring á skránni.
Leiðin gekk av Toftum, uppum Eiðisskarð, og síðan á mál í høvuðsstaðnum, har málið var við Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Meðan unglingarnir koyrdu gjøgnum Kaldbakstunnilin og síðan beint á mál í Havn, so gekk leiðin hjá teimum vaksnu eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Men komnir til Havnar skuldu teir vaksnu eisini koyra ein ávísan tein trígjar ferðir. Hesin teinur gekk niðan eftir Ringvegnum, niðan Sundsvegnum, oman eftir Vegnum Langa, og síðan á mál við Hvítanesvegin.

Rólig byrjan
Tað var mótvindur inn eftir Skalafjørðinum, og tí fylgdist allir líka til Funnings. Men so skuldu súkklararnir verðuliga royna seg, tí nú gekk leiðin niðan móti Eiðisskarði.
Menn møddust og ein og ein fullu teir frá sum perlur av snóri. Fyrstir niðan gjørdust Eli Christiansen, Torkil Veyhe og Gunnar Dahl-Olsen. Ein hørð brekka, men hetta sá ikki út til at røra unga og sterka súkklaran Torkil Veyhe.
Hesir høvdu nú vunnið sær eitt hol aftur til hinar, og tí bleiv koyrt av øllum kreftum oman móti Eiðis bygd, og víðari suður gjøgnum Sundalagið.
Teir øktu og øktu aftur til Christian Guttesen og Sverra M. Edvinsson, men Christian og Sverri góvu ikki skarvin yvir, og megnaðu tí løtu seinni at koyra útbrótararnar innaftur. Hetta hendi tá komið var til Norðskála.

Enn ein brekka
Hesir fylgdust nú suður gjøgnum Sundalagið. Menn fóru at troyttast og við Kollafjørð misti Eli hinar, og so var onki at gera hjá honum. Ein knæskaði argaði, og Eli valdi tí at gevast.
Torkil Veyhe helt fram gjøgnum bergholið, og Christian, Sverri og Gunnar hildu leiðina fram móti enn einari avbjóðing.
Kreftirnar vóru nú við at ganga undan hjá Sverra, og hann megnaði tí ikki at fylgjast við Christian og Gunnar niðan úr Kollafjarðadali.
Brekkur tykjast ikki at vera nøkur hindring hjá Gunnari, og hann hevði tí ongar trupulleikar við at koyra undan Christian í hesari strævnu brekku. Nú koyrdu allir hvør í sínum lag, og so var at fáa sum mest burturúr.
Gunnar koyrdi nú tað hann var mentur undan Christian og Sverra, og tá avtornaði vann Gunnar við umleið seks minuttum á nummar tvey, ið gjørdist Christian. Góðar seks minuttir seinni kom ein troyttur Sverri á mál.
Christian Guttesen úr Norðdepli hevur ment seg sera nógv í ár, og verður hugsað um, at hann gjøgnumførdi teir 111 km við brotnum armi og kortini eydnaðist at vinna sær eitt annaðpláss, so er hetta eitt sera gott avrik av unga norðoyinginum.

Góð úrslit hjá unglingunum
Hjá unglingum gjørdist Bergur Johansen nummar tvey, og Sigmund Olsson nummar trý. Torkil var sum sagt í essinum, megnaði at fylgjast við teimum vaksnu uppum Eiðisskarð og allan vegin til Kollafjørð, og tí gjørdist sigurin hjá honum rættiliga sannførandi. Hann vann við ikki minni enn 12 minuttum á Bergi. Hálvan áttanda minutt seinni kom Sigmund á mál.
Hesir ungu knassar koyrdu heilar 91 km við einari sera góðari meðalferð, og er hetta eitt megnar avrik hjá so ungum súkklarum.
Ein FM kapping er nú eftir. Tað er FM í Býarkoyring. Hon verður komandi vikuskifti. Tá sleppa børn eisini at kappast. Kappast verður uppi á Hálsi, og startur og mál verður uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele á Hálsi. Lýst verður í fjølmiðlunum nær kappingin verður.