Torkil var eykamaður

Súkkling: Sunnudagin sleppur føroyingurin at royna seg í EM.

EM í súkkling á landavegi fór av bakkastokki í dag. Súkklað verður í danska býnum Herning, og í dag varð lagt fyri við einkultstarti.


Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, er á danska landsliðnum saman við navnframum súkklarum so sum Matti Breschel, Lars Bak og Michael Mørkøv.


Les eisini: Torkil skal umboða Danmark


Tveir danskarar umboðaðu Danmark á einkultstartinum í dag. Teir vóru Martin Toft Madsen og Mads Würtz Schmidt. Torkil Veyhe var eykamaður.


Martin Toft Madsen gjørdist nummar seks, meðan Mads Würtz Schmidt bleiv nummar 22. Evropameistari gjørdist Victor Campenaerts úr Belgia.


Torkil Veyhe sleppur á súkkluna sunnumorgunin, tá ið kappast verður í einum stórum felti í súkkling á landavegi.


Danska landsliðið:


Magnus Cort Nielsen - Orica-Scott
Christopher Juul-Jensen - Orica-Scott
Matti Breschel - Astana
Lars Bak - Lotto-Soudal
Michael Mørkøv - Katusha-Alpecin
Mads Würtz Schmidt - Katusha-Alpecin
Alexander Kamp - Team VéloCONCEPT
Nicolai Brøchner - Riwal Platform
Torkil Veyhe - ColoQuick-Cult