Torkil vann eisini silvur

Torkil Veyhe vann í dag annað silvurmerkið fyri Føroyar, tá hann í kappingini á landavegi gjørdist nummar tvey.

 

Súkklararnir løgdu til brots tíðliga í morgun og komu á mál slakar tríggjar tímar seinni.

 

Kappingin endaði við, at Tobyn Horton av Guernsey vann gull, og var hann 15 sekund frammanfyri Torkil Veyhe, sum vann spurtin um annaðplássið.

 

Torkil Veyhe kom í mál við tíðini 2.49.40,466 og tað var bara akkurát beint frammanfyri Andrew Roche av Isle of Man, sum fekk bronsu í tíðini 2.49.40,495.

 

Føroyar hava nú vunnið tvey silvurmerkir. Gudmund Joensen vann tað fyrsta fyrr í dag í triatlon.