Torkil smæðist ikki millum teir royndu

Hóast fleiri fulltíðar súkklarar vóru mótstøðumenn, so endaði Torkil Veyhe í betru helvtini.

Torkil Veyhe, sum súkklar við Odder CK í Danmark, var síðsta vikuskifti við í tveimum sokallaðum UCI-kappingum, har fleiri fulltíðar súkklarar luttóku.


Fríggjadagin var Torkil væl við teir fyrstu 80 kilometrarnar av teininum, men kom tíverri ikki við í útbrotið, sum seinni – tá ið umfør vórðu súkklað – megnaði at hála eitt heilt umfar inn á feltið soleiðis at Torkil og allir hinir uml. 160 vórðu tiknir úr kappingini fyri at geva pláss fyri hinum at berjast um sigurin.


Sunnudagin var seinna UCI-kappingin, og hesaferð eydnaðist tað betur hjá Torkili. Hóast hann mátti líða undir at tað var trongt og mátti ein túr í asfaltið, so arbeiddi hann seg væl inn aftur og megnaði at súkkla seg fram til næstfremsta bólkin av súkklarum.


Tá ið teinurin var komin væl áleiðis og teir vóru farnir at súkkla umfør á smáum øki, varð Torkil settur av - hann misti sambandið við hinar - í einari brekku og koyrdi einsamallur á mál. Hann gjørdist nummar 48 av 200 súkklarum, sum má sigast at vera nøktandi eftir at hann var dottin og at mótstøðan var ógvuliga sterk.


Sunnudagin var eitt sindur meiri spenningur í. Eg hevði sett mær fyri, at eg skuldi gera tað betri enn fríggjadagin og ikki blíva fangaður ov langt afturi av síðuvindinum, segði Torkil eftir kappingina við heimasíðuna hjá Tórshavnar Súkklufelag, tsf.fo.