Torkil skiftir møguliga lið

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, er í samráðingum við trý ymisk lið.

Torkil Veyhe hevur havt eitt framúr gott ár á danska liðnum ColoQuick-CULT, og nú verður føroyski súkklarin eggjaður til at fara víðari á leiðini. - Eg tosi við trý lið í løtuni, avdúkar Torkil.


Um vikuskiftið bleiv Torkil Veyhe nummar seks samanlagt í stóru donsku súkklukappingini, PostNord Danmark Rundt, og føroyski súkklarin hevur samanuntikið havt eitt rimmar ár á danska liðnum ColoQuick-CULT.


Nú er løtan møguliga komin at fara víðari á súkkluleiðini hjá 27 ára gamla Torkili Veyhe, sum einans hevur sáttmála við ColoQuick-CULT restina av hesum árinum.


Í øllum førum avdúkar Torkil Veyhe fyri Sosialinum í dag, at hann í løtuni tosar við trý lið um ein møguligan sáttmála fyri næsta ár. Tað eina liðið er ColoQuick-CULT, men talan er eisini um tvey onnur spennandi lið.


Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Torkil Veyhe um eitt nú heiðurliga úrslitið í PostNord Danmark Rundt, um gerandisdag hansara sum hálvtíðar súkklari og um hvat framtíð hansara hevur at bjóða.